Fyrri hálvleikur: Sponsk trý máls leiðsla

Fyrri hálvleikur: Sponsk trý máls leiðsla
Álopsspælið hevur ikki verið eins flótandi móti Spania sum móti Montenegro, og teknisku feilirnir hava kostað dyst. Støðan er 14-11 til Spania
Rakul Wardum stemplaði inn í HM
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
28.11.2025 - 19:36

Eftir eina trilvandi byrjan í dystinum móti Montenegro, so hevur stórtalentið í føroyska málinum, 21 ára gamla Rakul Wardum, av álvara stemplað inn í HM.

Bjargingarnar hjá Rakul hava givið føroysku leikarunum eitt gott fótafesti í dystinum. 

Tíverri hevur Rakul eisini tveitt tveir bóltar beint í føvningin á spaniólum. 

Tað leikti javnt á inn til tíggju minuttir vóru spældir, tá støðan var 5-4, men bara fýra minuttir seinni, var 7-4 til Spania. 

Føroysku leikararnir byrjaðu aftur at misnýta málmøguleikarnar. Í fyrra hálvleiki móti Spania hevur tað verið stong út, heldur enn at tað er ein málverji, ið heuvr pilkað sjálvsálitið úr føroysku leikarunum. 

Sponsku leikararnir hava eisini verið snildir í verjuspælinum og hava stolið onkrar bóltar frá føroyingunum, og so hava tær eisini lokkað føroysku leikararnar til at gera trok. 

Føroyska álopsspælið hevur ikki verið eins flótandi og tað var móti Montenegro. Fleiri tekniskir feilir hava spøkt, og spanska verjan er eisini væl sterkari enn tann hjá Montenegro. 

Í grundini ein rótutur fyrri hálveikur, sum eisini verður avspeglað í hálvleiksstøðuni, sum er 14-11 til Spania. 

Beinleiðis stroymur HER.

Livebloggur: Sagt verður eisini frá dystinum í orðum, myndum og á annan hátt. Tað er Rebekka Heðinsdóttir Hansen, ið sigur frá. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572