Fleiri til viðtalu á Suðuroyar sjúkrahúsi

Fleiri til viðtalu á Suðuroyar sjúkrahúsi
Í staðin fyri at brúka ein dag uppá at fara til Havnar til eina viðtalu, sum tekur ein hálvan tíma, so sleppa fleiri suðuroyingar nú til viðtalu á Suðuroyar sjúkrahúsi.
01.12.2025 - 19:24

 Fleiri sjúklingar skulu hjálpast í nærumhvørvinum og fyri suðuroyingar merkir tað, at fleiri viðtalur kunnu fara fram á Suðuroyar sjúkrahúsið ístaðin fyri Landssjúkrahúsinum. Royndarætlanin byrjaði í summar og tí hava tey innan ortopedi longu royndir við at bjóða part av viðgerðini í Suðuroy.

 

- Okkara royndir eru, at bæði sjúklingar og starvsfólk eru øgiliga glað fyri hetta her. Tað gevur eitt sindur meira av arbeiði har suðuri, hugsi eg. Men tað er ein øgiligur vinningur hjá sjúklingum at spara um ferðingina, sigur Elinborg Mortensen, yvirlækni í ortopedikirurgi á Landssjúkrahúsinum. 

 

Royndarætlanin umfatar millum annað talgildar viðtalur og at serlæknar og sálarfrøðingar í størri mun ferðast suður, ístaðin fyri at sjúklingar skulu brúka ein dag til eina viðtalu í Havn, sum kanska bara tekur ein hálvan tíma. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672