Tungt at reka Varpið

Tungt at reka Varpið
Stýrið fyri mentanarhúsið Varpið hevur sent fíggjarnevndini umsókn um 1,5 milliónir krónur í stuðli á fíggjarlógini
Hóast nógv virksemi í 2024, so vísti raksturin tá eitt hall á 809.000 krónur
Mynd: Savnsmynd  
 
01.12.2025 - 21:37

Tað er tungt at reka Mentanarhúsið Varpið í Klaksvík, og tí hevur stýrið fyri húsið sent Fíggjarnevndini eina umsókn um 1,5 milliónir krónur í stuðli á Fíggjarlógini.

Í umsóknini stendur, at stýrið hevur søkt um henda stuðul líka síðan 2019, men hevur ikki fingið nakað svar. Til samanberingar, fær Mentanarhúsið í Fuglafirði 300.000 í stuðli árliga og SALT á Drelnesi fær 2,5 milliónir krónur í almennum stuðli.

Klaksvíkar kommuna stuðlar Varpinum við tveimum milliónum krónum árliga, men tað er langt frá nóg mikið. Hóast nógv virksemi í 2024, so vísti raksturin tá eitt hall á 809.000 krónur.

Stýrið ynskir at fáa fleiri fólk í starv, millum annað skrivstovufólk, húsavørð, vaskifólk og ljóð- og ljóstøkning. Í dag er tað bara leiðarin, sum er í føstum starvi. 

Fyri at fáa virksemið at koyra, hevur hann dúvað upp á tímalønta og sjálvbodna hjálp.

Varpið hevur higartil kostað 77 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527