Fakfeløg og arbeiðsgevarar samráðast nú um lønarkarm

Fakfeløg og arbeiðsgevarar samráðast nú um lønarkarm
Ein serfrøðingabólkur hevur gjørt grundarlagið, sum 12 fakfeløg, Lønardeildin og KAF samráðast um
Frá fyrsta fundinum, sum fakfeløg og arbeiðsgevarar høvdu um nýggjan sáttmála fyrst í oktober. Nú eru ítøkiligar samráðingar um lønarkarmin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.12.2025 - 09:48

Klokkan níggju fóru 12 fakfeløg, Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið á fund at samráðast um felags lønarkarm.

Ein serfrøðingabólkur hevur gjørt grundarlagið, og nú verður farið undir ítøkiligar samráðingar um lønarkarmin. 

Tey 12 fakfeløgini eru Starvsfelagið, Akademikarafelagið, Búskapar- og løgfrøðingafelagið, Yrkisfelagið, Kost- og føðslufelagið, Farmakonomfelagið, Yngri læknar, Ljóðsmøðrafelagið, Fysioterapeutfelagið, Pharmadanmark, Heilsurøktarafelagið og Føroya tekniska lærarafelag.

Lønardeildin hevur sáttmálar við 30 fakfeløg.

KAF hevur sáttmála við 16 fakfeløg, men tey eru ikki øll á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Nøkur eru á privata arbeiðsmarknaðinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342