Breddin: Eldsbrunar og fyribyrging

Breddin: Eldsbrunar og fyribyrging
Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av ti, heldur ikki Brunaeftirltið
Hvat hendir eftir ein eldsbruna, verður spurt í í Breddanumi dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.12.2025 - 09:38

Fyrradagin var eldur í einum sethúsum í Havn. Tað er ikki óvanligt, at eldur er í húsum, men hvat hendir eftir eldsbrunan?

Í Føroyum er ongin skipan, sum ger, at vitanin frá einum eldsbruna verður brúkt at fyribyrgja, at ein annar eldsbruni hendir aftur á sama hátt.

Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av tí - heldur ikki Brunaeftirlitið, sum ger brunasýn.

Vit savna stutt sagt ikki vitan burtur úr hvørjum eldsbruna. Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógvir eldar eru.

 

USA: Evropa farið í órøkt

Sambært almenna amerikanska politikkinum er Evropa farið í órøkt, og er í ferð við at broytast til nakað, Amerika ikki vil kennast við - og ikki vil stuðla.

Er talan um gestsins gløgga eyga, ella roynir USA at ræða evropearar? Og til hvat?

Vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Tór Marna Weihe um altjóða politikk og útlitini, vit - eisini føroyingar - hava fyri framman.  

Breddin klokkan 10.

 

Hoyr allan Breddan her: Breddin: Brunatrygd og viðurskiftini millum USA og Evropa

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363