Føroyskir fangar í Danmark kunnu leggja útfaringarloyvi saman

Føroyskir fangar í Danmark kunnu leggja útfaringarloyvi saman
Við at leggja seks útfaringarloyvi saman, kunnu føroyingar til dømis fara til Føroya hvørt hálva ár
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
 
16.12.2025 - 10:35

Serligar reglur eru um útfaringarloyvi hjá føroyingum, sum eru í fongsli ella í trygdarvarðhaldi, forvaring, í Danmark.

Tey kunnu leggja saman fleiri útfaringarloyvi, so tey kunnu fara til Føroya ella vitja nærskyld fólk í Danmark, sum fyribils eru í Danmark just við tí endamáli at vera saman við tí, sum hevur útfaringarloyvi.

Tað sigur danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

 

Til Føroya hvørt hálva ár

Føroyingar, sum skula sita í meira enn seks mánaðir, ella eru í trygdarvarðhaldi í Danmark, kunnu leggja saman upp í seks útfaringarloyvi, so tey hvørt hálva ár kunnu fara til Føroya til dømis.

Reglur eru um endurgjald fyri ferðakostnað.

Fongslini í Danmark hava í ár gjørt kunningartilfar til føroyskar fangar og avvarðandi teirra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672