Ruth vil hava politiska avgerð um tunnil til Tjørnuvíkar

Ruth vil hava politiska avgerð um tunnil til Tjørnuvíkar
-Í tí avgerðini liggur eisini, at so mugu fleiri pengar setast av, so tunnilin kann gerast liðugur innan rímuligt áramál, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í tunnilsmálum
 
20.12.2025 - 18:31

Tjørnuvíkartunnilin er liðugt projekteraður, og í somáta er klárt hjá tunnilstoyminum, sum gjørdi Dalstunnilin, at fara ígongd. 

Og tað arbeiðið skal byrja, beinanvegin, sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Henrik: Nú má borast til Tjørnuvíkar

Løgtingsmaðurin er farin at ótolnast, og hann skilir als ikki orðingina í fíggjarlógnii, har tað stendur at "politisk støða má takast til verkætlanina."

 

Tá landsstýrið fyrr í desember gjørdi eina røð av broytingum í sínum egna fíggjarlógaruppskoti, varð játtanin til at gera Tjørnuvíkartunnilin lækkað við tveimum milliónum, úr fimm niður í tríggjar milliónir krónur.

Sambært Ruth Vang, sum umframt at vera landsstýriskvinna í fíggjarmálum nú eisini umsitur samferðslu og tunnilsmál, standa umleið 12 milliónir krónur av óbrúktari játtan til Tjørnuvíkartunnilin frá undanfarnu árum. Og tí ber í princippinum til at fara ígongd.

-Men neyðugt er tó at taka eina politiska støðu, sum eisini hevur við sær semju um at játta fleiri pengar til tunnilin næstu árini, sigur Ruth Vang.

Ta avgerðina vil hon hava samgonguna at taka fyrst í komandi ári. 

Á fíggjarlógini fyri 2026 eru sum nevnt settar av tríggjar milliónir krónur. Og á langtíðarjáttanini eru 10 milliónir settar av í 2027 og aðrar 10 milliónir í 2028.

Sambært Landsverki er Tjørnuvíkartunnilin eitt sindur dýrari enn Dalstunnilin, sum kostaði 180 milliónir.

 

Ruth_um_Tjornuvikartunnil_-_jbh_-_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961