Fólkaflokkurin fær aðruhvørja atkvøðu uttan fyri Havnina

Fólkaflokkurin fær aðruhvørja atkvøðu uttan fyri Havnina
Flokkurin fær flestu atkvøðurnar frá monnum, 43 prosent, og 27 prosent frá kvinnum
Løgtingsval verður í seinasta lagi 8. desember 2025.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.12.2025 - 11:35

Fólkaflokkurin, sum í nýggju veljarakanningini hjá Kringvarpinum hevði tvífaldað sínar tingsessir úr seks upp í 12, hevði fingið nærum aðruhvørja atkvøðu aðrastaðni enn í Havn.

Flokkurin hevði fingið 21 prosent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu, men 47 prosent prosent aðrastaðni í landinum. 

Fólkaflokkurin fær flestu atkvøðurnar frá monnum, ella 43 prosent, og 27 prosent frá kvinnum.

Kanningin vísir, at flokkurin hevði fingið 40 prosent av atkvøðunum frá veljarunum, sum eru 18 til 44 ár, og 33 prosent frá veljarum, sum eru millum 45 og 80 ár.

Sambært kanningini hevði Fólkaflokkurin fingið meira enn ein triðing av øllum atkvøðunum, 35,6 prosent, um val var nú.

 

 

Samgonguflokkarnir fáa atkvøðurnar í Havn

Allir tríggir samgonguflokkarnir fáa fleiri atkvøður í Havn enn aðrastaðni í landinum

Tjóðveldi hevði fingið 23 prosent av atkvøðunum í høvuðsstaðnum og 11 prosent uttan fyri Havnina.

Javnaðarflokkurin hevði 20 prosent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu og 11 prosent aðrastaðni í landinum.

Framsókn hevði fingið níggju prosent av sínum atkvøðum í høvuðsstaðnum og trý prosent uttan fyri Havnina, vísir kanningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762