Fiskiveiðusamráðingar halda fram í næstu viku

Fiskiveiðusamráðingar halda fram í næstu viku
Føroyar og Russland hava avtalað at hittast aftur 29. desember við tí máli, at fáa eina avtalu í lag
Eirikur í Jákupsstovu er landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Mynd: Savnsmynd  
 
23.12.2025 - 17:20

Fiskiveiðusamráðingarnar millum Føroyar og Russland eru steðgaðar fyri fyrst, og partarnir hava avtalað at hittast aftur 29. desember við tí máli, at fáa eina avtalu í lag.

Tað skrivar landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, í skrivligum boðum seinnapartin.

Samráðingar hava verið í gjár og í dag, og tær eru á talgildum palli.

Landsstýrismaðurin sigur, at samráðingarnar hava gingið væl. 

- Tað gongur altíð seinni, tá samráðingar eru á talgildum palli, skrivar hann.

Seinastu árini hava hesar samráðingarnar tikið millum 4 til 5 dagar, og higartil hesa ferð eru tveir dagar brúktir. 

Týsdagin, 29. desember, hittast partarnir aftur, og tá er málið at fáa avtalu í lag.

Samráðingar millum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026 vóru fríggjadagin, 19. desembur, og tær vóru eisini á talgildum palli.

Í gjár gjørdu Føroyar og Bretland semju um fiskirættindi fyri 2026.

Semjan fyri 2026 er gjørd eftir sama leisti sum undanfarin ár, tó at nakrar tillagingar eru gjørdar, skrivar tilfeingis- og vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 3.partur (3:7)
109061
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666