Nógv meiri gransking krevst

Nógv meiri gransking krevst
Og tættari samstarv skal vera millum Fróðskaparsetrið og hinar granskingarstovnarnar í Føroyum
Minst trý prosent skal vera markið, sigur ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.
 
30.12.2025 - 07:07

Tættari samstarv skal vera millum Fróðskaparsetrið og hinar granskingarstovnarnar í Føroyum.

Ein nýskapanardepil skal skipast at standa fyri tí. 

Hetta eru millum tilmælini hjá ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, sum hevur givið út sína triðju ársfrágreiðing.

Ráðið hevur átta tilmæli.

Føroyar skulu seta sær sum mál at økja íløgur í gransking og menning á hvørjum ári, til vit í minsta lagi røkka trimum prosentum av BTÚ í 2030.

Gransking og nýskapan skulu raðfestast nógv hægri fyri at kunna skapa inntøkur til føroyska samfelagið, sum kunnu bøta um haldførið í búskapinum.

Játtanin til gransking og nýskapan skal hækka munandi. 
Ein afturberingarskipan skal setast í verk, har nýskapandi fyritøkur fáa part av íløgunum til gransking og nýskapan endurgoldnar.

Allur stuðul í eina eind

Allar stuðulsskipanir til gransking og nýskapan skulu savnast í eina eind at fyrisita.

Almennir stovnar skulu eggjast at troyta viðkomandi møguleikar í altjóða skipanum, sum Føroyar eru partur av. 

Granskingar- og framtakseindin á Fróðskaparsetrinum skal víðkast til eisini at veita granskarum á øðrum granskingarstovnum og fyritøkum stuðul til at skriva umsóknir.

Og uppskot um heildarætlan um gransking og nýskapan frá ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan skal orðast í samráði við landsstýrið og leggjast fyri løgtingið.

Eftir nýggjár er ætlanin at leggja frágreiðingina fyri politisku skipanina og kjakast um eina heildarætlan fyri komandi árini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655