Eitt stig á leiðini móti fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum

Eitt stig á leiðini móti fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum
Føroyar hava í dag fingið fastan sess í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Johan Dahl er fyrsti føroyski limur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.01.2026 - 18:58

Í dag hava Føroyar fingið fastan sess í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Johan Dahl, tingmaður, er fyrsti limur í hesum nýggja sessinum, og hann heldur tað vera eitt stig rætta vegin móti fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum

- Tað vóru Erling Eidesgaard og eg sjálvur, sum á  temasessjón í Føroyum løgdu uppskot fram um at fáa broytt viðtøkurnar í Norðurlandaráðnum, soleiðis at Føroyar og Áland og Grønland kundu fáa ein fastan sess í ráðnum, við somu støðu sum onnur lond í ráðnum. Og tað eydnaðist at fáa formansskapin til at gera tað tillagingina.

So sigur Johan Dahl, sum er tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Eitt stig á leiðini móti fullum limaskapi
Í dag sendi Løgtingið fráboðan út, har sagt var, at Føroyar í dag hava fingið fastan sess í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Talið av limum í formansskapinum er økt úr 13 upp í 16 limir, umframt formann og næstformann.

Í formansskapinum eru frammanundan umboð fyri allar teir politisku flokkarnar, sum eru í Norðurlandaráðnum, og nú eisini fyri øll átta londini, sum eru við í Norðurlandaráðnum.

Fyrstur at manna fasta føroyska sessin í Norðurlandaráðnum, er júst Johan Dahl.

Løgtingið hevur einmælt samtykt at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Johan Dahl, tingmaður, sigur, at henda broytingin merkir ikki, at Føroyar hava fingið fullan limaskap. Men hetta er kortini eitt stig á leiðini, sigur Johan Dahl.

Hoyr samrøðu við Johan Dahl, tingmann, niðanfyri.

1785877

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497