Ársins fyrsti føroyingur er suðuroyingur

Ársins fyrsti føroyingur er suðuroyingur
Talið av børnum, sum verða fødd í Føroyum, hækkar nú aftur, triðja árið á rað. Ársins fyrsti føroyingur er suðuroyingur
02.01.2026 - 19:24

Eftir nøkur ár við niðurgongd verða nú aftur fleiri børn fødd í Føroyum. 

Farna árið eru 629 børn fødd í Føroyum.

Tað er ein rímuliga stór framgongd í mun til undanfarnu árini, har 2023 var metlágt við bara 574 nýføðingum. 

Men enn er tó nakað upp til burðartalið, sum frá 2018 til 2021 lá um 685 - sum árini eftir aldarskiftið lá beint omanfyri 700, og sum afturi í metárinum 1990, tá 947 børn vórðu fødd í Føroyum.

Vónandi heldur góða gongdin við fleiri nýføðingum fram, sigur Hildigunn Steinhólm Højgaard, ljósmóðir.

 

Fyrsti føroyingur í ár er vágbingur

Fyrsti føroyingurin sum var føddur í ár, var føddur í gjárkvøldið.

Tað var ein drongur.

Foreldrini eru Guðrið Patursson Eiriksfoss og Øssur Debes Eiriksfoss. Tey búgva í Vági.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358