Innandurafýrverk helst orsøk til eld, ið kravdi mist 40 mannalív

Innandurafýrverk helst orsøk til eld, ið kravdi mist 40 mannalív
Í minsta lagi 40 fólk lótu lív, og 119 eru løstað, eftir at eldur kom í barrina Le Constellation í sveisiska skíðbýnum Crans-Montana. Orsøkin tykist vera innandura fýrverk
Ritzau / Scanpix
02.01.2026 - 20:41

Upptøkurnar av, tá eldur kemur í loftið í barrini Le Constellation í sveisiska skíðbýnum Crans-Montan, benda á, at tað er innandura fýrverk, ið er orsøkin til eldin. 

Talan er um stjørnukastarar ella sonevndar gosbrunnar, ið eru settir í sjampanjufløskur, sum koma í samband við loftið. 

Hareftir breiðir eldurin seg skjótt, og vanlukkan er veruleiki. 

Hetta samsvarar eisini væl við frágreiðingarnar frá eygnavitnum. 

 

Ung fólk

Miðalaldur á teimum, ið hava fingið skaða, er 20 ár, og á sosialu miðlunum eru eisini hópin av telefonmyndum og -upptøkum av hendingini. 

Kanningar skulu eisini staðfestast, um ljóðdoyvandi skúmið undir loftinum livir upp til krøvini. 

Í minsta lagi 40 fólk lótu lív, og 119 eru løstað í sorgarleikinum, ið hevur skelkað Sveis og restina av heiminum. 

Millum tey løstaðu eru 71 sveisarar, 14 fransmenn, 11 italiumenn, fýra serbar og eitt fólk frá hesum londum: Bosnia Hersigovina, Belgia, Luksemburg, Polen og Portugal. 

Enn er ikki greitt, um nakar verður skuldsettur fyri eldáseting ella óviljað manndráp. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558