Sjófólk skulu nú læra at handfara harðskap og ágang

Sjófólk skulu nú læra at handfara harðskap og ágang
Nú ársins fyrstu trygdarskeið byrja í morgin, skulu sjófólk vænta sær undirvísing í handfaring av harðskapi og ágangi, millum annað kynsligan ágangi
Í morgin fara fyrstu trygdarskeiðini fyri sjófólk av bakkastokki
Mynd: Sjónám  
 
04.01.2026 - 18:23

1. januar kom krav um frálæru í handfaring av harðskapi og ágangi í grundleggjandi trygdarskeiðnum fyri sjófólk.

Frameftir fara øll trygdarskeið fyri sjófólk at hava undirvísing í hesum.

20 prosent siga seg hava verið happað ella hava upplivað chikanu umborð á einhvønn hátt.

Tað staðfesti ein kanning av sosiala umhvørvinum umborð á føroyskum skipum, sum Sjóvinnustýrið gjørdi í fjør.

At sjófólk nú fáa undirvísing í, hvussu harðskapur og ágangur skal handfarast fer at gera umstøðurnar tryggari umborð, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Tað er Vinnuháskúlin og Sjónám, sum skipa fyri trygdarskeiðum.

Og í morgin fara vit í gongd við fyrstu trygdarskeiðini, sigur Brandur H. í Funningsstovu, leiðari á Sjónami.

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1786263

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576