Tíggju innkallingar um pensjónsaldur

Tíggju innkallingar um pensjónsaldur
Tíggju innkallingar eru til fundin hjá trivnaðarnevndini, sum hósdagin fer at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin
Hækkaði pensjónsaldurin er í løgtingum.
 
06.01.2026 - 06:42

Tíggju innkallingar eru til fundin hjá trivnaðarnevndini, sum hósdagin fer at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin.

Landsfelag pensjónista, Áhugabólkur pensjonista, næmingaráðið á Glasi, Fakfelagssamstarvið, Samtak, Heilsuhjálparafelagið, Búskaparráðið, Arbeiðsgevarafelagið, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum saman við Hagstovuni og landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum saman við Almannaverkinum hava fingið fundarboð.

Nevndin fekk uppskotið 17. desember og skal koma við áliti í seinasta lagi fríggjadagin í næstu viku.

Landsstýrið hevur uppskot um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár. 

Pensjónsaldurin er 67 og eitt hálvt ár í dag. 

Og longu nú er ásett, at hann verður 68 ár í 2030.

Upp í 69

Við nýggja lógaruppskotinum hækkar pensjónsaldurin upp í 68 og eitt hálvt ár í 2035.

Síðani verður meira ferð sett á, og pensjónsaldurin verður 69 ár longu í 2038.

Sambært lógaruppskotinum skal avgerast í seinasta lagi 1. januar í 2031, hvør pensjónsaldurin verður í 2041. 

Og í seinasta lagi 1. januar í 2034 skal avgerast, hvør hann verður í 2044.

Fyribils metingin hjá landsstýrinum er, at hækkaði pensjónsaldurin úr 68 árum upp í 69 ár betrar almenna raksturin 70 til 100 mió. kr. um árið. 

Tá eru avleiðingar fyri Samhaldsfasta ikki taldar við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763