Privat skulu fyrireika munnarnar

Privat skulu fyrireika munnarnar
Landsverk ætlar fyrst at bjóða arbeiðið út at gera økið kring bergholsmunnarnar til privatar fyritøkur, áðrenn tunnilsliðið hjá Landsverki kann byrja
 
12.01.2026 - 06:52


Landsverk ætlar fyrst at bjóða arbeiðið út at gera økið kring bergholsmunnarnar til privatar fyritøkur, áðrenn tunnilsliðið hjá Landsverki kann byrja upp á bergholið til Tjørnuvíkar.

Sjálvt bergholið er liðugt fyrireikað. 

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Henrik Old, løgtingsmann.

Útgerðin hjá tunnilstoyminum er á maskinstøðini í Sundum og aðrastaðni.

Og nakað verður enn brúkt í bergholinum til Dals.

Útgerðin verður flutt, tá byggiplássið við Marmaskallará norðan fyri Víkarnes við Haldarsvík er klárt.

300 milliónir

Bergholið til Tjørnuvíkar var í oktober í fjør mett at kosta 200 mió. kr., um tunnilsliðið borar.

Aftrat tí koma 50 milliónir til vegarbeiði og 50 milliónir í váðaískoyti.

Politisk støða má takast til, hvussu verkætlanin verður raðfest í langtíðarløguætlanini, áðrenn farið verður í gongd við arbeiðið.

Í ár eru settar av 12 mió. kr.

10 milliónir skulu setast av í 2027 og 10 milliónir í 2028.

Men fyri at hava eina skilagóða arbeiðsgongd metir Landsverk, at neyðugt verður at játta 30 til 40 mió.kr. um árið, sigur Ruth Vang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938