Mótmælisgonga í Nuuk leygardagin

Mótmælisgonga í Nuuk leygardagin
Borgararnir fara at mótmæla tí, teir lýsa sum "ólógligu og óhóskandi ætlanunum hjá USA um at yvirtaka Grønland."
Henda myndin var tikin í fjør, tá skipað var fyri mótmælisgongu í Nuuk móti USA. Leygardagin verður aftur skipað fyri mótmælisgongu í grønlendska høvuðsstaðnum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
15.01.2026 - 13:41

Leygardagin skipa borgarar fyri mótmælisgongu í Nuuk. 

Borgararnir fara at mótmæla tí, teir lýsa sum "ólógligu og óhóskandi ætlanunum hjá USA um at yvirtaka Grønland."

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Mótmælisgongan byrjar klokkan 13 á Katerittarfik Amisut og fer síðani gjøgnum býin og enda við Kujallerpaat, har amerikanska sendistovan heldur til.

- Okkara politikarar og fólkavaldu hava fleiri ferðir sagt, at okkara land ikki er til sølu, og at Grønland ikki kann keypast ella yvirtakast við hermegi, sigur Bikki Jepsen, sum er ein av fyrireikarunum, við Sermitsiaq.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011