Sendiharri: Russland ongan rætt at krevja Grønland

Sendiharri: Russland ongan rætt at krevja Grønland
Russiski sendiharrin í Danmark vísir aftur uppáhaldunum hjá Trump, forseta, um at Russland og Kina ætla at taka Grønland
Vladimir Barbin er russiskur sendiharri í Danmark.
 
16.01.2026 - 09:06

- Russland hevur ongan rætt til at krevja Grønland.

Tað sigur russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, í samrøðu við russisku tíðindastovuna Tass, har hann verður spurdur um uppáhaldið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at Russland ella Kina fara at taka ræðið á Grønlandi, um amerikanarar ikki fáa hendur á heimsins størstu oyggj.

- Russland hevur ongar álopsætlanir viðvíkjandi arktisku grannum sínum. Russland hóttir tey ikki við hernaðarligum tiltøkum, leggur ikki trýst á tey og fyrireikar seg ikki til at krevja øki frá teimum, sigur Barbin sambært Ritzau.

Sendiharrin leggur aftrat, at NATO-londini, teirra millum Danmark, "huggykla um eina russiska ella kinesiska hóttan" til at hervaldsgera Arktis.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911