Fíggjarmálaráðharrar í ES ætla at svara revsitolli frá Trump aftur

Fíggjarmálaráðharrar í ES ætla at svara revsitolli frá Trump aftur
Næstu dagarnir verða avgerandi fyri sambandið millum ES og USA, sigur írski fíggjarmálaráðharrin
Fíggjarmálaráðharrarnir í ES hava fund í Brússel í dag.
 
20.01.2026 - 15:01

Fíggjarmálaráðharrarnir í Evropeiska Samveldinum eru í dag í Brússel, har teir skulu semjast um eitt búskaparlig aftursvar til eina røð av hóttanum um amerikanskan toll á evropiskar vørur.

Tollhóttanirnar hjá Trump kunnu gerast veruleiki longu í næsta mánaði, siga embætisfólk.

- Næstu dagarnir verða avgerandi, tá tað snýr seg um ES og sambandið við USA, sigur írski fíggjarmálaráðharrin, Simon Harris, við AP-tíðindastovuna í dag.

- Tað er av alstórum týdningi, at sterk diplomatisk átøk verða sett í verk fyri at royna at taka broddin úr óvanliga hættisligu búskaparligu støðuni. Vit vita øll, at tollurin er ringur fyri írska búskapin, hann er ringur fyri evropiska búskapin, eisini tann amerikanska, men hetta er djúpari enn tað. Tað kann elva til eina ringrás av óstøðugum tiltøkum, sum kunnu hava álvarsligar avleiðingar, sigur írski fíggjarmálaráðharrin Simon Harris.

 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á røðarapallinum i Davos í dag. (Mynd: Denis Balibouse/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Á Davos á fundi um heimsbúskapin

Amerikanski forsetin, Donald Trump, forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og aðrir heimsleiðarar eru farin til Davos í Sveis til árliga heimsbúskaparfundin, World Economic Forum. Enn eru ongir fundir avtalaðir millum evropisku leiðararnar og Trump.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, vissaði í røðu síni fyrrapartin um, at Evropa kennir sínar skyldur í Arktis. 

- ES kennir fullvæl sínar skyldur í Arktis, og vit eru samd við USA um endamálið hesum viðvíkjandi. Tí eru ætlaninar um eyka avgjøld - serliga á trúgvar sameindar - eitt mistak. ES og USA samdust um nýggjan handilssáttmála í juli mánaði. Og í politikki eins og í vinnulívinum er eitt orð eitt orð, og eitt lógvatak millum vinir eigur at hava týdning, segði Ursula von der Leyen, forkvinna í Es-nevndini.

Eftir fundin í Davos hittast teir 27 ES-leiðararnir í annaðkvøld í Bruxelles til ein bráðfeingis fund um viðurskiftini handan Atlantshav. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039