Tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevara

Tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevara
30.564 starvsfólk vóru í desember í fjør, 378 fleiri enn í desember 2024
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður, skrivar Hagstovan.
Mynd: Hagstovan  
 
23.01.2026 - 10:29

Tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevara.

Men bara fjórði hvør maður.

Hagstovan kunnger í dag, hvussu nógv fólk arbeiða í Føroyum. 

30.564 starvsfólk vóru í desember í fjør, 378 fleiri enn í desember 2024.

Vøksturin er 1,3 prosent.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður, skrivar Hagstovan.

 

15.600 menn og 15.000 kvinnur

Í desember í fjør vóru stívliga 15.600 menn og slakar 15.000 kvinnur í starvsfólkaskaranum, skrivar Hagstovan. 

Tað eru 145, 0,9 prosent, fleiri menn og 233, 1,6 prosent, fleiri kvinnur.

Tvær tær størstu vinnugreinarnar eru tær, sum eita heilsu- og almannaverk og almenn umsiting og verja, sum báðar vóru størri i desember í fjør enn í desember í 2024.

Í starvsfólkaskaranum, sum Hagstovan sigur, eru 13 ár ella eldri, búgva í Føroyum, og fáa A-skattaða løn, sum svarar til fýra tímar um mánaðin ella meira.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870