Gera forkanning um vitlíki hjá tí almenna

Gera forkanning um vitlíki hjá tí almenna
Forkanningin er ein støðulýsing, og síðani skal gerast heildarætlan, sum skal lýsa, hvussu vit á bestan hátt gagnnýta vitlíki
Fáast pengarnir fyri at gera heildarætlan nú, kann hon vera liðug og almannakunngjørd í ár, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
 
26.01.2026 - 08:34

Ein forkanning um vitlíki hjá tí almenna verður liðug í februar.

Hetta er ein støðulýsing. Síðani skal gerast ein heildarætlan.

Gjaldstovan ger forkanningina og heildarætlanina saman við Fíggjarmálaráðnum.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Una Holm Johannesen, løgtingsmann.

Endamálið við heildarætlanini er at lýsa, hvussu vit í Føroyum gagnnýta vitlíki á bestan hátt.

Tað skal kunna loysa haldførisavbjóðingar, styrkja kappingarførið og varðveita og styrkja føroyska málið. 

 

Kostar eina millión

Men fyrst skulu pengarnir finnast. Heildarætlanin kostar eina millión.

Fáast pengarnir nú, kann heildarætlanin vera liðug og almannakunngjørd í ár, sigur landsstýriskvinnan.

Eitt endamál er, at vitlíkitøkni skal skilja og tosa føroyskt. 

Eingin veit, hvussu nógv tað almenna brúkar vitlíki.

Gjaldstovan veit tó, at onkrir almennir stovnar eru í gongd við verkætlanir um at gagnnýta vitlíki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329