- Snarskipanin skal steðgast

- Snarskipanin skal steðgast
Tíðin er komin at seta snarskipanina á pausu, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum var løgmaður, tá skipanin varð sett í verk
29.01.2026 - 19:25

Snarskipanin, sum ger tað skjótari at avgreiða arbeiðsloyvi hjá útlendingum, eigur at verða sett á pausu. Tað heldur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sum sjálvur var løgmaður, tá skipanin varð sett í verk.

Endamálið við skipanini, var at fáa fólk til Føroya at arbeiða - ikki fáa fastbúgvandi útlendingar, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. 

Ein, ið er vónbrotin um skipanina, er Fernando Troleis. Hann kom úr Brasil í 2021 og hóast hann hevur gjørt alt, sum hann kann fyri at integrera seg, so gevur hann nú upp og flytur av landinum aftur.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ið nú varðar av økinum, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392