Barsilsskipanin skal vera smidligari

Barsilsskipanin skal vera smidligari
Tað skal vera  møguligt hjá báðum foreldrum at vera samstundis í barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur fyri barnsburðin
Margit Stórá er landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.
 
30.01.2026 - 09:14

Arbeitt verður við at gera barsilsskipanina smidligari. 

Tað skal vera  møguligt hjá báðum foreldrum at vera samstundis í barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur fyri barnsburðin. 

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Hon hevur svarað spurningi frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi, um landsstýriskvinnan ætlar at arbeiða fyri, at makar úr Suðuroynni kunnu fáa endurgjald úr barsilsskipanini fyri mista inntøku, tá teir vegna frástøðuna til meginøkið, hava inntøkumiss í nógvar vikur í sambandi við barnsburð.

Margit Stórá sigur, at er rúm fyri tí í verandi fíggingarleisti, verður eisini arbeitt við øðrum batum í barsilsskipanini.

Hvørjir teir eru, sigur hon ikki.

Broytingarnar í barsilsskipanini skulu koma í gildi 1. januar 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961