Meira enn triðja hvør kommuna fer at krevja tænastugjald fyri tóm býli

Meira enn triðja hvør kommuna fer at krevja tænastugjald fyri tóm býli
Kvívíkar bygdaráð samtykti í gjár at áleggja gjald, og Fámjins bygdaráð tók avgerð longu í desembur
Umleið 60 tóm býli eru í Kvívíkar kommunu.
 
30.01.2026 - 13:02

Meira enn triðja hvør kommuna hevur nú lagt tænastugjald á tóm hús í kommununi.

Kvívíkar bygdaráð samtykti í gjár at áleggja gjald, og Fámjins bygdaráð tók avgerð longu í desembur.

Í Kvívíkar kommunu er umleið 60 tóm býli og í Fámjins kommunu umleið 20. 

Hægsta gjaldið, ið kommunur kunnu krevja frá hvørjum tómum býli, er í ár ásett at vera 7.945 krónur.

Eftir lógini ger kommunan sjálv av, um hon krevur gjaldið inn mánaðarliga, hvønn ársfjórðing ella eina ferð um árið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30012026_Taenastugjold

Umframt Kvívíkar og Fámjins kommunu,  hava Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Sunda kommuna, Nes kommuna, Vága kommuna, Skopunar kommuna, Hvalbiar kommuna og Eiðis kommuna lagt tænastugjald á tóm býli.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890