Avstralia: Samkynd kunnu kortini ikki giftast

Avstralia: Samkynd kunnu kortini ikki giftast
Tað ber kortini ikki til hjá samkyndum at giftast í Avstralia, og í India er tað nú ólógligt at vera samkyndur
Í fimm dagar kundu samkynd fiftast í Canberra
 
12.12.2013 - 16:02

Hægstirættur í Avstralia hevur gjørt av, at tað kortini ikki skal bera til hjá samkyndum at giftast.

Í fimm dagar kundu samkynd giftast í avstralska høvuðsstaðnum, Canberra, eftir at landspartatingið í heyst samtykti eina lóg, sum loyvdi fólki av sama kyni at giftast.

Nú hevur hægstirættur sagt, at nýggja lógin samsvarar ikki við eina aðra lóg, sum í 2004 nágreinar, at bert maður og kvinna kunnu giftast.

Seinastu dagarnar eru 27 samkynd pør gift, men hjúnarlagið verður nú ógildað. Hægstirættur sigur, at hann hevur dømt eftir lógini, og tað stendur til tingið at gera av, um lógin skal broytast.

Í fleiri landspørtum í Avstralia ber til hjá tveimum av sama kyni at skráseta seg í parlag, men tey kunnu ikki giftast.

Ólógligt at vera samkyndur í India

Kynslig samvera millum samkynd er nú aftur ólóglig í India.

Hetta er støðan, nú Hægstirættur hevur kolldømt ein úrskurð hjá einum lægri rætti, sum fyri fýra árum síðani segði, at kynslig samvera millum samkynd var ikki eitt brotsverk.

Tá varð rættarúrskurðurin fagnaður av mannarættindabólkum sum ein stórur sigur í stríðnum fyri borgararættindum í India. Men nú hevur Hægstirættur kolldømt tann úrskurðin.

Seta gamla lógargrein í gildi aftur

Lógargrein 377, sum hon er nevnd, hevur verið partur av indiskari lóggávu, síðani hjálandatíðinatíðina. Lógargreinin bannar fólki at hava "kynsliga samveru ímóti náttúrunnar fyriskipan."

Í úrskurðinum sigur Hægstirættur, at gamla lógargreinin hevur rættargildi, og at tað er lóggávutingið, ið má gera av, um hon skal varðveitast ella ikki.

Amnesty International í India sigur, at úrskurðurin er stórt bakkast fyri indiska samfelagið, og at landið við hesum er sett mong ár aftur í tíðina, tá talan er um at verja grundleggjandi borgararættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591