Løgmaður: Lóg skal regulera onnur trúarsamfeløg

Løgmaður: Lóg skal regulera onnur trúarsamfeløg
Málið er viðgjørt í landsstýrinum fyri stuttum, men nær uppskotið kemur í tingið, er ikki greitt
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at lógin um onnur trúarsamfeløg skal tryggja, at grundsúlurnar í fólkaræðinum ikki vera hóttar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.02.2026 - 08:48

Tíðin er búgvin til, at vit gera eina lóg, sum regulerar onnur trúarsamfeløg. 

Málið er fyri stuttum viðgjørt í landsstýrinum.

Avgjørt er at fara undir at gera slíka lóg.  Nær lógaruppskotið kemur í tingið, er ov tíðliga at siga.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.

Hann sigur, at sambært grundlógini vera viðurskifti hjá trúarsamfeløgum, sum víkja frá fólkakirkjuni, fyriskipað nærri við lóg. Eingin slík lóg er í Føroyum.

 


Jenis av Rana setti løgmanni spurningin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eiga at banna statsfígging

Løgmaður sigur, at eftir hansara tykki eiga vit at regulera fremmanda fígging og heilt at banna fremmandari statsfígging í hesum sambandi.  

Løgmaður heldur eisini, at komandi lógin skal tryggja, at grundsúlurnar í fólkaræðinum ikki vera hóttar.

Hann er samdur við Jenis av Rana um, at Føroyar eru lítið og viðbrekið samfelag.

Vit eiga at verja føroyska mentan, virði og fólkaræði, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Les alt svarið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891