Neytabøndur skulu fáa part av yrkisútbúgving í Føroyum

Neytabøndur skulu fáa part av yrkisútbúgving í Føroyum
Longu nú ber til hjá teimum, sum eru undir útbúgving uttanlands, at taka starvsvenjingina í Føroyum. Varmakeldugarðurin er góðkendur til endamálið
Arbeitt verður við møguleikanum at skipa yrkisútbúgving til neytabónda í Føroyum.
Mynd: Gestur Lómstein  
 
04.02.2026 - 14:15

Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir saman við Búnaðarstovuni og Miðnámi í Vestmanna at skipa eina føroyska útbúgving, sum svarar til fyrsta árið í yrkisútbúgvingini at gerast neytabóndi. 

- Hetta kundi gjørt, at fleiri fara undir hesa útbúgvingina, sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.

 


Varmakeldugarðurin í Gøtudali. (Mynd: Gestur Lómstein)

 

Herfyri kom fram, at føroyingar, ið útbúgva seg til neytabónda uttanlands, nú kunnu taka starvsvenjingina í Føroyum. Varmakeldugarðurin í Gøtudali er sum tann fyrsti í Føroyum góðkendur til endamálið.

Um leisturin, sum arbeitt verður við í løtuni, verður veruleiki, verður fyrsta árið í útbúgvingini tikið á Miðnámi í Vestmanna.

Síðani verður farið í starvsvenjing á einum garði í Føroyum í tvey ár, áðrenn síðsti parturin av útbúgvingini verður tikin uttanlands.

Talan er vanliga um nøkur skeið í umleið 8-10 vikur, í mesta lagi eitt ár tilsamans.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04022026_Neytabondur

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286