Hava fingið meiri lodnu

Hava fingið meiri lodnu
Skipini hava nú fingið størri lodnukvotu í Íslandi, tí kunngerðin um størri heildarkvotu er komin
Høgaberg hevur fingið 2.362 tons av lodnu i íslendskum sjógvi.
 
08.02.2026 - 10:06

Skipini hava nú fingið størri lodnukvotu í Íslandi, tí kunngerðin um størri heildarkvotu er komin.

Í fyrru kunngerðini var heildarkvotan 1760 tons.

Nú er hon 9.446 tons.

Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið 1574 tons í part, og Høgaberg og Norðborg hava fingið 2.362 tons í part.

Treytin er, at til og við 17. februar sleppa skipini at landa í mesta lagi 1771 tons til frystingar uttan fyri Ísland ella frysta lodnuna umborð. 

Eftir 17. februar sleppa tey at landa til frystingar uttan fyri Ísland ella frysta umborð í mesta lagi 1000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006