Dagført: Thor er leysur aftur av Tinganesi

Dagført: Thor er leysur aftur av Tinganesi
Garnaskipið Thor tók fyri lítlari løtu síða botn beint uttanfyri Tinganes. Nú verður roynt at fáa skipið leyst aftur
 
10.02.2026 - 22:50

Garnaskipið, Thor, er - tíbetur - longu leyst aftur av Tinganesi.

Tað visti løgreglan at siga fyri lítlari løtu síðan.

Nú var eisini greitt, at tað var ein tekniskur feilur sum gjørdi, at Thor bar við botn við Tinganesi, og tað hendi við so lítlari ferð, at skipið bleiv ikki ordiliga fast.

- Tá slíkt hendir, at skip koma ov tætt at landi, so vera øll fyrivarni tikin, so skipið ikki fær onkran skaða, tá tað fer frá aftur, og tí tók mann tað øgiliga róligt, tá óhappið hendi í kvøld, segði vakthavandi á støðini í Havn.

Men nú er alt aftur sum tað skal vera.

Veðrið er gott inni í hylinum í Havn, og tað hjálpti sjálvandi uppá støðuna. 

So nú er í øllum førum greitt, at Thor við øgiliga lítlari ferð bara bar við land á Tinganesi í kvøld. Men skipið er altso komið avaftur.

---

Garnaskipið Thor liggur í løtuni fast beint uttanfyri skrivstovuna hjá løgmanni.

Í skrivandi løtu fáa vit ikki sagt nakað um, hvat er hent, tí tá vit ringdu til løgregluna vóru tey nóg illa liðug at taka ímóti boðunum. Men av løgregluskrivstovuni í Havn verður váttað, at skipið stendur fast.

Tað sama verður sagt, av skrivstovuni hjá Tórshavnar Havn. Tað er ikki greitt, hvat er hent og hvussu, men skipið stendur fast í løtuni.

Tað sær ikki serliga ógvusligt út, har skipið liggur við síðuni til Tinganes.

Sum skilst á vakthavandi hjá Tórshavnar Havn verður nú roynt at fáa skipið avaftur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677