Danin Thomas Frank uppsagdur í Tottenham

Danin Thomas Frank uppsagdur í Tottenham
So gekk tað ikki meira hjá danska Thomas Frank, sum í fjørsummar gjørdist venjari hjá enska Premier League-stórfelagnum Tottenham. Hann er nú uppsagdur
Thomas Frank hevur leingi verið undir trýsti í Tottenham, og nú er hann so uppsagdur
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
11.02.2026 - 11:13

Thomas Frank er ferdigur maður í Premier League-felagnum Tottenham. 

Tað er greitt eftir, at stórfelagið úr London ikki hevur megnað at vunnið seg longri upp eftir stigatalvuni. 

Hetta boðar Tottenham Hotspurs frá á heimasíðuni og á sosialu miðlunum. 

 

Newcastle gjørdist dropin

Dropin gjørdist tapið í gjár á heimavølli fyri Newcastle, tí Tottenham nærkast av álvara niðurflytingarlinjuni.

Liðið, sum annars hevur staðið seg væl í Champions League-kappingini, liggur á einum 16. pláss við einans fimm stigum niður til niðurflytingina. Tað hevur einans eydnast Thomas Frank at leiða Tottenham til sjey sigrar í 26 dystum, og tað er einan 1,12 stig í miðal fyri hvønn dyst.

"Thomas bleiv settur í starv í juni 2025, og vit hava verið sera sinnaðir at geva honum tíð og stuðul at byggja nakað upp fyri framtíðina. Men úrslitini og varikini hava fingið nevndina at koma til ta niðurstøðu, at eitt venjaraskifti er neyðugt," skrivar Tottenham á heimasíðuni, áðrenn felagið takkar dananum fyri hansara innsats og ynskir honum góða eydnu í framtíðina. 


Mynd: Ritzau/Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040