Lestraríbúðir seinkaðar eitt ár og nógv dýrari

Lestraríbúðir seinkaðar eitt ár og nógv dýrari
Lestraríbúðirnar á Eirargarði verða seinkaðar eitt ár og fleiri tíggjutals milliónir dýrari
13.02.2026 - 19:25

Tað verður fleiri tíggjutals milliónir dýrari at umvæla Eirargarð 2 til lestraríbúðir enn upprunaliga ætlað.

Tað er greitt, nú millum annað allar innleggingar og alt el-arbeiðið í bygninginum skal gerast av nýggjum.

Tann politiska ætlanin hevur allatíðina verið, at lesandi skulu sleppa inn eftir summarfrítíðina í ár í tær 45 íbúðirnar, ið ætlanin er at gera í bygninginum.

- Men tað fer at taka eitt ár afturat at gera bygningin lidnan, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.

Ætlanin var at bíða nøkur ár við at skifta vindeygu, tekju og gera útveggirnar, men nú er ætlanin at gera alt beinanvegin, tí tað má tó gerast innan fá ár.

 

Sama leigukostnað 

At so nógv skal gerast við bygningin, ger sum sagt, at umvælingin verður munandi dýrari.

Leigarin skal eftir ætlan tó ikki rinda nógv hægri leigukostnað enn tað, sum áður er upplýst, nevniliga umleið 3.500 krónur um mánaðin.

- Ætlanin er framvegis at hava ein leigukostnað á umleið 3.500 krónur á Eirargarði, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Men hon hevur tó einki svar, hvar pengarnir fyri umbyggingina skulu koma frá.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815