Suðuroyartunnilin: Miðflokkurin tekur støðu í tingsalinum

Suðuroyartunnilin: Miðflokkurin tekur støðu í tingsalinum
Avgerðin um at samtykkja nýggja fostutøkulóg ger, at Miðflokkurin ætlar ikki at bera uppskotið gjøgnum tingið, sigur Jenis av Rana, formaður
Tingmenninir hjá Miðflokkinum taka støðu í tngsalinum í málinum um Suðuroyartunnilin, sigur Jenis av Rana, floksformaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2026 - 18:00

Miðflokkurin fer ikki at bera uppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin ígjøgnum løgtingið.

Tað segði Jenis av Rana, floksformaður, á pallborðsfundinum í Salti í gjárkvøldið, og hann endurtók tað, tá Kringvarpið fekk orð á hann eftir fundin. 

Tað er avgerðin um at samtykkja nýggja fosturtøkulóg, sum er orsøkin, men í dag sigur formaðurin, at flokkurin tekur endaliga støðu í tingsalinum, hvussu hann atkvøður í málinum:

 

17022026__Jenis_1

 

Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, tá Kringvarpið fekk orð á hann eftir fundin í Salti í gjárkvøldið:

 

17022026__Jenis_2

 

Málið um fosturtøku varð samtykt, og tí gjørdi formaðurin í Miðflokkinum í gjárkvøldið greitt, at hann ikki tók undir við uppskotinum um Suðuroyartunnilin:

 

17022026__Jenis_3

 


Forfólkini í øllum flokkum sótu við pallborðið í Salti í gjárkvøldð. (Mynd: Sveinur Tróndarson)

 

Vit hava í dag spurt Jenis av Rana, um flokkurin fer at atkvøða ímóti uppskotinum, ella um hann fer at atkvøða blankt, men tað vil hann ikki svara.

Miðflokkurin hevur sítt egna álit í fíggjarnevndini, og Jenis av Rana sigur, at flokkurin tekur støðu í tingsalinum. Og hann letur møguleikan, um flokkurin atkvøður fyri málinum, standa opnan.

Men Jenis av Rana heldur fast við, at Miðflokkurin fer ikki at bera uppskotið ígjøgnum, um samgonguni vantar atkvøður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400