Stuttsøgan er ein bótarmoli av skaldskapi

Stuttsøgan er ein bótarmoli av skaldskapi
Aftur í ár skipar Bókasavnið við Løkin fyri skrivikapping og skriviskeiði. Oyvør Dam Jacobsen og Rannvá Glerfoss koma her við íblástri til skriva stuttsøgur
 
19.02.2026 - 11:57

Tað tekur stutta tíð at lesa eina stuttsøgu, og ofta er bert ein høvuðspersónur, sum er fyri onkrum, ið broytir søgugongdina.

- So ein stuttsøga er sum ein bótarmoli av skaldskapi, har mannnamuran ella sálin oftar verður granskað.  

Tað sigur Oyvør Dam Jacobcen, bókavørður á Bókasavninum við Løkin, sum afturí ár skipar fyri skrivikapping í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu. Uppgávan í ár er at skriva eina stuttsøgu á í mesta lagi 1200 orð á føroyskum, sum ikki er givið út fyrr.  

 

Skriviskeið gevur kreativan íblástur

Í samband við skrivikappingina verður eisini skipað fyri einum skriviskeiði á bókasavninum, sum Rannvá Glerfoss, BA í ritlist, fer at hava. Rannvá lýsir tekstaslagið "stuttsøgur", sum eina stutta forteljing, ofta við fáum persónum har ein einstøk hending, ein samabrestur ella ósemja broytir okkurt í tilveruni hjá høvuðspersóninum. 

- Hesar "regglur" eru góðar at taka støði í, um ein ikki hevur skrivað stuttsøgur fyrr, men tað ber altíð til at broyta "regglurnar", sigur Rannvá Glerfoss. 

 

Fyri at luttaka í skrivikappingini skulu stuttsøguhandrit sum wordskjal latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin: lokin@lokin.fo áðrenn 20. mars kl. 18. Latnar verða 1. og 2. virðisløn á ávíkavist 8.000 og 6.000 kr, umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, sum vísir góð evni. Hendan virðislønin er 6.000 kr. Skriviskeiðið er ókeypis, og til ber at tekna seg við at ringja til 590779 ella skriva til lokin@lokin.fo 

 

Lurta eftir samrøðuni við Oyvør Dam Jacobsen. leiðari á Bókasavninum við Løkin og Rannvá Glerfoss, BA í Ritlist.

 

1796146

 

Les meira á lokin.fo

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786