Liljan Weihe tekur ikki undir við uppskotinum um pensjónsaldurin

Liljan Weihe tekur ikki undir við uppskotinum um pensjónsaldurin
Tingkvinnan hjá Tjóðveldi sigur, at hóast lyfti var givið um, at nýtt uppskot um pensjónsaldur skuldi gerast í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, er tað ikki gjørt
Liljan Weihe hevur boðað frá, at hon tekur ikki undir uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2026 - 11:19

Liljan Weihe í Tjóðveldi tekur ikki undir við uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin.

Tað segði hon í løgtinginum fyri løtu síðani.

Í álitinum frá trivnaðarnevndini segði Liljan Weihe, at hon tekur støðu í tingsalinum. 

LIljan Weihe segði undir orðaskiftinum í løgtinginum, at hon tekur undir við at hækka pensjónsaldurin, men tað skal gerast í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Tí segði hon seg  fegnast um, at uppskotið um pensjónsaldurin var tikið aftur í fjørvár, og lyfti var givið um, at uppskotið skuldi fyrireikast væl og virðiliga, men tað er tíverri ikki gjørt, segði hon..

- Tí taki eg ikki undir við uppskotinum, segði Liljan Weihe.

Hoyr ljóðbrot úr tinginum:

 

23022026_Liljan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011