Kaj Leo gevst í politikki

bannari
Kaj Leo gevst í politikki
Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður frá 2008 til 2015
Kaj Leo Holm Johannesen hevur drúgvar politiskar royndir. Hann hevur verið býráðspolitikari, landsstýrismaður og løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2026 - 11:29

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, gevst í politikki og stillar ikki uppaftur til løgtingsvalið, sum verður 26. mars.

Tað boðar hann frá í dag.

"Takk fyri øll somul eftir 25 ár í politikki gevist eg. Takk til veljarar, familju, vinir og kenningar", skrivar hann á sínum facebook-vanga.

 

 

Sambandsflokkurin fekk sjey tingfólk á løgtingsvalinum í 2022, og Kaj Leo Holm Johannesen var nummar seks. Hann fekk 308 atkvøður.

Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður frá 2008 til 2015.

Hann hevur eisini verið landsstýrismaður og býráðspolitikari í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928