Bogaskjóting: Jóannes mátti lúta fyri systkinabarninum

Bogaskjóting: Jóannes mátti lúta fyri systkinabarninum
Jóannes Poulsen var favorittur í compound-finaluni, tá FM í bogaskjóting var um vikuskiftið, men mátti lúta fyri Kaj Johannesen, sum skýtur aftur eftir fimm ára steðg
02.03.2026 - 16:12

Jóannes Poulsen var favorittur, tá hann møtti systkinabarninum Kaj Johannesen í FM-finaluni í compound-bogaskjóting sunnudagin.

Meðan Kaj Johannesen skjýtur aftur eftir fimm ára steðg, hevur Jóannes Poulsen støðugt talst millum teir fremstu í Føroyum nógv tey seinastu árini.

Finalan var spennandi - sera spennandi - og tá allir pílarnir vórðu skotnir, stóð á jøvnum 143-143 millum systkinabørnini, sum báðir skjóta við Ørvi í Runavík.

Tí skuldi alt avgerast við shoot-off, har skjúttarnir hava ein píl í part og skulu raka so nær miðjuni sum til ber. 

Tann tvídystin vann Kaj Johannesen, sum tískil er føroyameistari í compound við monnum. Jóannes Poulsen kann troysta seg við, at hann vann grand prix-kappingarnar samanlagt.

Føroyameistarin í fjør Nikkel Petersen endaði á 4. plássi hesa ferð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329