Dagsins kvinna: Við so góðari verju er tað stuttligt at standa í mál

Dagsins kvinna: Við so góðari verju er tað stuttligt at standa í mál
Við 12 bjargingum tók Rakul Wardum mótið frá portugisiska útiliðnum við Tjarnir, og Føroyar vunnu lutfalsliga trygt. Hon hevði kortini bestan hug at rósa verjuspælinum
04.03.2026 - 21:10

Eingin ivi var um, hvør fór at fáa heiðurin sum dagsins kvinna við Tjarnir eftir 25-21 sigurin hjá Føroyum á Portugal mikukvøldið.

Rakul Wardum bjargaði 12 av 31 portugisiskum skotroyndum, og var størsta einstaka orsøkin til, at sigurin á heimavølli var lutfalsliga tryggur.

Málverjin hevði kortini bestan hug at rósa verjuni, sum í stóran mun fekk steðga álopsspælinum hjá útiliðnum.

 - Tá tú hevur so góða verju, er tað heilt forbiðið stuttligt at standa í mál. Pernille og Lív berjast, sum eg veit ikki hvat, so tú kanst ikki annað enn at vera glaður, tá tú stendur í málinum aftanfyri, segði Rakul Wardum, sum skiftir úr Ringkøbing til Skanderborg í summar.

Hon slapp kortini ikki undan at tosa um hennara egna flotta innsats og nakrar av bjargingunum, tá portugisar vóru leysar ímóti føroyska málverjanum.

 - Tað eru tær støðurnar, sum mær dámar best. Mær dámar ikki so væl langskot, sum Portugal annars plaga at koma nógv við, so hetta var eitt sindur á mínum øki, segði Rakul Wardum.

Føroyar fingu nøsina framum fyri steðgin, og við trimum skjótum málum tíðliga í seinna hálvleiki tryggjaðu tær eina leiðslu, sum tær ongantíð mistu aftur.

Montenegro tapti í Íslandi, og tí eru Føroyar nú ájavnar við balkanlandið við fýra stigum, meðan Ísland og Portugal hava tvey stig í part. Føroyar spæla ímóti Portugal aftur sunnudagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229