Umvæla nú Hamragarð í Vági

Umvæla nú Hamragarð í Vági
Landið og kommunurnar býta kostnaðin millum sín. Landið rindar 65 prosent og kommurnar 35 prosent
Fyrstu niðurtøkuarbeiðini á Hamragarði eru byrjað.
 
09.03.2026 - 09:03

Sáttmálin um at umvæla Hamragarð var gjørdur 16. januar.

Og í februar var farið undir at fyrireika byggiplássið.

Fyrstu niðurtøkuarbeiðini eru byrjað. 

Landsverk, Almanna- og Heilsumálaráðið, kommunurnar í syðru helvt í Suðuroynni og leiðslan hjá Bú -og heimatænastu gjørdu í fjør summar avtalu um, hvat skal gerast við Hamagarð og, hvussu eigaraviðurskiftini skulu skipast. 

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Erhard Joensen, tingmann.

 

Land og kommunur býta kostnaðin

Býtið millum land og kommunur er 65/35.

Tær fýra kommunurnar býta tey 35 prosentini sínámillum. 

Endurgjaldið frá gerðarrættarmálinum móti høvuðsarbeiðstakaranum er við í býtinum.

Tað er 3,8 mió. kr.

Tað kostar 17,3 milliónir krónur at umvæla Hamragarð, segði Landsverk í mars í 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523