Styttri bíðitíð og innleggingartíð at skifta knø og mjadnar

Styttri bíðitíð og innleggingartíð at skifta knø og mjadnar
Niclas Eysturoy, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur staðið á odda fyri nýggja leistinum, Klimaks
Niclas Eysturoy er yvirlækni á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
 
09.03.2026 - 13:13

Nýggjur leistur at skifta knø og mjadnar á Landssjúkrahúsinum hevur stytt bíðitíðina og inleggingartíðina, og hevur eisini bøtt um trygdina.

Niclas Eysturoy, yvirlækni á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, hevur staðið á odda fyri nýggja leistinum, sum verður nevndur Klimaks.

Umleið 180 fólk verða skurðviðgjørd fyri knø ella mjadnar í Føroyum um árið, og tørvur var á at nútímansgera og standardisera viðgerðina, og harvið bøta um trygdina, sigur Niclas Eysturoy: 

Nýggi leisturin hevur virkað síðani mai í fjør, og hann er grundaður á gransking.

 


Landssjúkrahúsið.

 

Skulu venja við hús

Klimaks hevur eisini nakrar broytingar við sær fyri sjúklingar. Eitt nú skulu teir ikki til endurvenjing á Landssjúkrahúsinum, men heldur venja sjálvir heima við hús. 

Ein partur av Klimaks er eisini, at tey nú gera sonevnd hálv knø á Landssjúkrahúsinum. Hesar skurðviðgerðir vóru fyrr gjørdar í Danmarki, og tí hevur nýggi leisturin eina sparing við sær upp á nakrar milliónir krónur, sigur Niclas Eysturoy:

150 fólk hava svarað nøgdsemiskanning un nýggja leistin, og kanningin vísir, at sjúklingarnir eru nøgdir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09032026_Kno_og_mjadnar

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786