Rottueitur á røktarheimi: Eldraráð krevur svar

Rottueitur á røktarheimi: Eldraráð krevur svar
Forkvinnan í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu spyr, hvussu rottueitur kundi enda í einari uppihaldsstovu á Lágargarði í Havn. Kommunan sigur, at málið nú verður kannað
09.03.2026 - 19:25

Fríggjadagin frættist, at rottueitur sløddist á røktarheiminum Lágagarði í Havn.

Hetta undrar forkvinnuna í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu, Annemi Joensen, sum spyr, hví rottueitur yvirhøvur var á røktarheiminum.

Eitur lagt út fyri fýra árum síðan
Leiðarin á Umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu, Marius Müller, sigur, at kommunan nú hevur kannað málið.

Sambært honum hevði Lágagarður trupulleikar av mýs fyri umleið fýra árum síðan. Tá legði ein aktingarmaður tveir kassar við rottueitri undir eitt gólv í bygninginum.

Men tað svarar ikki spurninginum, hvussu rottueitur er komið fram í eina uppihaldsstovu, heldur forkvinnan í Eldraráðnum.

Kommunan má taka ábyrgd
Annemi Joensen heldur, at kommunan eigur at kanna málið nærri og taka ábyrgd.

Hon ávarar eisini um, at tað kann fáa álvarsamar avleiðingar, um rottueitur liggur frammi á einum røktarheimi, har eldri og veik fólk búgva.

Kommunan fer at eftirkanna aðrar stovnar
Marius Müller vísir á, at tað í dag bert eru aktingarmenn, sum leggja rottueitur út fyri kommununa.

Hann sigur samstundis, at Tórshavnar kommuna nú fer at eftirkanna allar kassar við rottueitri, sum eru lagdir út á stovnar í kommununi.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424