Fólkatalið í Vágs kommunu minkað 60 fólk seinastu fimm árini

Fólkatalið í Vágs kommunu minkað 60 fólk seinastu fimm árini
Afturgongd er framvegis í Suðuroynni. Seinastu 40 árini er fólkatalið minkað 23 prosent, niður í 4.493 fólk
Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vágs kommunu.
Mynd: Vágs kommuna  
 
11.03.2026 - 12:53

- At fólkatalið minkar er sjálvandi ikki gott fyri eina kommunu.

Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, sum seinastu fimm árini er minkað 60 fólk.

Men Vágs kommunu er verri enn so einasta kommunan í Suðuroynni, har tað gongur skeiva vegin.

Fólkatalið í Suðuroynni er minkað 63 fólk frá februar í fjør til februar í ár, og av teimum sjey kommunum í oynni, er tað bara Hovs kommuna, sum ikki hevur afturgongd í fólkatalinum. Har stóð fólkatalið í stað.

Síðstu 40 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað meira enn 23 prosent.

Í 1985 búðu 5.882 fólk í Suðuroy, í dag búgva 4.493 fólk í oynni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11032026_Folkatal_i_Suduroy

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604