Nógv fleiri skulu gera herskyldu í Danmark

Nógv fleiri skulu gera herskyldu í Danmark
Troels Lund Poulsen og Mette Frederiksen eru ósamd um, nær avgerðin er avtalað
Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, og Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum, kjakaðust í danska kringvarpinum í gjárkvøldið.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
16.03.2026 - 08:30

Okkurt bendir á, at um nøkur ár skulu tvífalt so nógvir danir hava herskyldu enn avtalað.

Í kjaksendingini á Danmarks Radio í gjárkvøldið boðaði formaðurin fyri Vinstra, Troels Lund Poulsen frá, at hann ætlar at framskriva semjuna um, at 6.500 fólk skulu gera herskyldu longu í 2030, og síðani tvífalda talið upp í 13.000 í 2035.

Men meðan Vinstraformaðurin kallaði fráboðanina fyri tíðindi, segði forkvinnan danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at hon tekur undir við  broytingini, sum hon segði longu var avtalað innanhýsis í samgonguni, áðrenn valið var útskrivað.

Hetta fekk Vinstraformannin - eftir kjakfundin - at leggja Mette Frederiksen undir at hava sagt ósatt:

 

16032026_Troels

 

Mette Frederiksen helt tó fast við, at samgongan hevði umrøtt herskylduna, áðrenn valið varð útskrivað:

 

16032026_Mette


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849