- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisfelagsskapurin kemur fyri á ríkisfundi

Løgmaður fer at taka framtíðarstøðuna hjá Føroyum fram á ríkisfundinum í Grønlandi um tvær vikur.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu.

Gunvør Balle í Tjóðveldi spurdi, um løgmaður ætlar at taka ynski sítt um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark upp á ríkisfundinum.

Løgmaður svarar, at hann ætlar sær at umrøða áleikandi mál Føroya og Danmarkar millum, sum hava verið frammi seinasta árið, millum annað, leggur hann so afturat, hvussu ein framtíðar modernisering av ríkisfelagsskapinum kann verða.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur eisini, at hann hevur ikki boðað Helle Thorning Schmidt ella Kuupik Kleist frá hesum.

Ikki raðfest fremst í samgonguni

Løgmaður sigur í svarinum til Gunvør Balle, at "tað er vanligt, at vit stjórnarleiðarar siga hvørjum øðrum frá frammanundan, um stórmál eru at tosa um. Tað havi eg ikki gjørt enn. Tí vildi tað verið eitt sindur løgið, um eg nú boði tingmanni frá, hvørji ítøkilig mál, eg ætli mær at taka upp, uttan at boða forsætismálaráðharranum frá tí sama."

Kortini sigur løgmaður seinni í sama svari, at hann fer at tosa um framtíðar modernisering av ríkisfelagsskapinum, sum hann tekur til, á fundinum í Grønlandi.

Gunvør Balle spurdi eisini, um løgmaður ætlar at fáa eina breiða semju millum allar flokkar í Føroyum um nýggja skipan millum Føroyar og Danmark.

Løgmaður svarar, at í øllum politiskum viðurskiftum, hann fæst við, roynir hann at fáa so breiða undirtøku sum gjørligt. Men ber tað ikki til, er ofta neyðugt at lata sær lynda eina smalri politiska undirtøku.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at nýggja skipanin millum Føroyar og Danmark er ikki fyrsta mál á skránni hjá samgonguni.