Skuldsettir fyri harðskap og eldáseting - fýra vikur aftrat í varðhaldinum

Skuldsettir fyri harðskap og eldáseting - fýra vikur aftrat í varðhaldinum
Menninir, sum eru 36 og 53 ára gamlir, skulu hava framt hesar gerðir í einum sethúsum í Havn 18. februar
Skuldsettu menninir nokta seg sekar, men teir hava sjálvbodnir játtað at vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2026 - 09:12

Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri at hava sett eld á við vilja og fyri rán í Havn fyri einum mánaði síðani, hava sjálvbodnir játtað at vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum.

Menninir, sum eru 36 og 53 ára gamlir, skulu hava framt hesar gerðir í einum sethúsum í Havn 18. februar.

Maðurin í húsinum var álopin heima hjá sær sjálvum og var fyri ógvusligum harðskapi.

Eisini var eldur settur á, har sum maðurin var staddur.

 

Boðaði sjálvur løgregluni frá

Maðurin boðaði sjálvur løgregluni frá.  Hann var illa fyri, og var sendur á Landssjúkrahúsið.

Grundlógaravhoyringin 19. februar var fyri afturlatnum hurðum.

Bæði ákæruvaldið og annar verjin bóðu um tað.

Báðir skuldsettu menninir nokta seg sekar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815