Føroysku og grønlendsku umboðini kunnu fáa ávirkan á fólkatingsvalið

Føroysku og grønlendsku umboðini kunnu fáa ávirkan á fólkatingsvalið
Reyði og blái vongur rógva borð um borð í veljarakanningunum
Fólkatingsval verður í morgin, og tá skulu hessir sessirnir mannast av nýggjum.
 
23.03.2026 - 08:37

Fólkatingslimirnir í Føroyum og Grønlandi fara eftir øllum at døma aftur hesa ferð at fáa stóran leiklut á fólkatingsvalinum í morgin, tí sambært veljarakanningum í Danmark rógva flokkarnir á reyða veingi og bláa veingi borð um borð.

Og tað var júst støðan, sum formaðurin danska flokkinum, Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen, var sera ónøgdur um á fólkatingsvalinum í 2022. 

Tá vóru tað norðuratlantisku tinglimirnir, sum avgjørdu valið við 90 sessum til reyða veingin, hóast Metta Frederiksen endaði við at skipa stjórn tvørtur um miðjuna.

- Orsakað av atkvøðunum í Grønlandi er reyður meiriluti í Danmark. Annars hevði ikki verið reyður meiriluti, segði Lars Løkke Rasmussen tá.

Uppteljingin vísti, at flokkarnir á bláa veingi saman við Moderatunum fingu 62.501 atkvøður fleiri enn reyði vongur, um bara atkvøðurnar í Danmark vóru taldar við, og ikki allur ríkisfelagsskapurin, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928