Miðlar í valstríðnum

bannari
Miðlar í valstríðnum
"Sosialu miðlarnir hava onkursvegna sett standardin," sigur Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu.
Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu
Mynd: Elin Dagbjartsdóttir Neshamar  
 
26.03.2026 - 20:00

Á Brúnni var Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu, gestur hjá Høgna í Jákupsstovu, journalisti. Tey skiftu orð um, hvørjum pallum valstríðið hevur verið á, og hvussu miðlarnir stýra valstríðnum.

Í valstríðnum hava vit sæð alt tað klassiska, tí eitt nú eru plakatir framvegis við, og tað hava ikki verið færri enn seinast. Í Kringvarpinum og á øðrum tíðindamiðlum hava verið nógv kjak, tó hava nýggj format eisini verið. Eitt nú er tann vanligi borgarin sloppin til orðanna, har tey hava umrøtt tungu evnini í samfelagnum.

Men vit koma ikki uttan um sosialu miðlarnar, sum hava fylt heilt ótrúliga nógv. Teir hava onkursvegna sett standardin fyri, hvussu valstríðið hevur flutt seg.

Til spurningin um vit uppliva eitt samanhangandi valstríð ella um tað gerst ósamanhangandi av sovorðnum sum algoritmum, svarar Tóra:

- Tú fylgir politikarum á sosialum miðlum, men tað merkir ikki, at tú sært alt, tey leggja út. Ein góðan dag røkka innsløgini út til í mesta lagi 10% av fylgjarunum. Sum politikari røkkur tú ikki út til nógv bara við at brúka tín sosiala miðil. Har kanst tú so rinda fyri, at títt tilfar røkkur til ávísar málbólkar o.a.

Hon leggur afturat, at hon heldur ikki, at hetta er eitt valstríð, sum hevur arbeitt nógv við málbólkum, men heldur, at nógv er oyst út í miðlarnar. Bæði stutt, skjótt og eitt sindur fjákut onkuntíð - og tí skalt tú leita leingi eftir tí djúpa boðskapinum.

Sama hvønn aldur tú hevur sum politikari, so er eitt ávíst trýst hjá teimum at royna seg á sosialu miðlunum. Fyri nógv teirra er tað als ikki natúrligt, og tað sæst onkuntíð aftur, tí tá ið tú ikki følir teg tryggan í tí, so minkar trúvirðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360