Valluttøkan er størst á løgtingsvali

bannari
Valluttøkan er størst á løgtingsvali
Føroyingar eru raskir at ganga á val. Men munur er á teimum ymsu valunum, har føroyingar kunnu velja
 
26.03.2026 - 20:56

Løgtingsval hevur verið í dag. Valhølini eru latin aftur, og teljingin er í gongd.

Annars vísa føroysk valtøl týðuliga, at føroyingar eru raskir at velja.

Munur á luttøku
Men munur er á teimum trimum valunum, sum føroyingar flestir hava rætt at velja til. Tølini sveiggja nakað, men eingin ivi er um, at føroyingar vísa størstan áhuga fyri løgtingsvali, síðan kommunuvali, og til endans fyri fólkatingsvali.

Tølini sveiggja nakað, men valluttøkan til løgtingsval plagar at vera okkurt um 90 prosent. Kommunuval plaga at fáa umleið 80 prosent av fólkinum at velja.

Fólkatingsval sveiggjar nógv
Í hesum sambandi er vert at leggja merki til, at føroyska luttøkan á fólkatingsvali sveiggja munandi meiri enn til løgtingsval og kommunuval. Men runt roknað 70 prosent ella minni av veljarum í Føroyum plaga at vera á fólkatingsvali. Á fólkatingsvalinum fyrradagin var luttøkan 75,5 prosent, sum er óvanliga nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028