Karlot misti atkvøður til Vígdis

bannari
Karlot misti atkvøður til Vígdis
Nólsoyingurin Karlot Hergeirsson, sum fekk helmingin av atkvøðunum á seinasta løgtingsvali, hevur mist nógvar atkvøður til Vígdis Bjarnadóttir, sum eisini er nólsoyingur
 
26.03.2026 - 21:36

Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Framsókn 52,2 prosent av atkvøðunum. Karlot Hergeirsson fekk tá 49 prosent av øllum atkvøðunum í Nólsoy.

Framsókn fekk tá 3 tingfólk vald, og Karlot Hergeirsson bleiv nummar 5 á listanum hjá flokkinum. Eftir valið skipaði Framsókn samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, og Karlot Hergeirsson fekk sæti á tingi, tá landsstýrissessirnir vóru mannaðir.

Kapping um atkvøðurnar í Nólsoy
Til løgtingsvalið hesuferð stillaði Vígdis Bjarnadóttir upp fyri Tjóðveldi, og sostatt hevur kapping verið um atkvøðurnar.

Framsókn bleiv framvegis størsti flokkur við 30,3 prosentum av atkvøðunum. Karlot Hergeirsson fekk 43 persónligar atkvøður.

Og Tjóðveldi gjørdist næststørsti flokkur og fekk 27,7 prosent av atkvøðunum. Vígdis Bjarnadóttir fekk 30 persónligar atkvøður.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037