Tunnilin fekk metnógv tvørafólk at atkvøða

bannari
Tunnilin fekk metnógv tvørafólk at atkvøða
Vallutøkan á Tvøroyri hevur ikki verið so stór seinastu fimm løgtingsvalini, og tað er Suðuroyatunnilin, sum fær fólkið upp úr stólinum, sigur valstýrisforkvinna
Mariann Mikkjalsdóttir er valstýrisforkvinna á Tvøroyri
Mynd: privatmynd  
 
26.03.2026 - 23:40

Á Tvøroyri vilja tey hava ávirkan.  

Tað sæst á vallutøkuni, sum ikki hevur verið líka høg seinastu fimm løgtingsvalini.  

Og fyri Mariann Mikkjalsdóttir, valstýrisforkvinnu á Tvøroyri, er eingin ivi.  

Suðuroyartunnilin hálar tvørafólk upp úr sofuni.  

-Eg eri sannførd um, at so nógv velja at atkvøða, tí tey vilja tryggja sær, at valevni koma á ting, sum vilja skumpa Suðuroyartunnilin ígjøgnum, sigur Mariann Mikkjalsdóttir.  

 

Metstór vallutøka í tveimum umførum 

Seinast var vallutøkan til løgtingsvalið 88,5 prosent. Og til hetta løgtingsvalið vísa tølini eina vallutøku á 91,8 prosent á Tvøroyri. 

Sambært Mariann Mikkjalsdóttir er hetta fyrstu ferð vallutøkan er farin upp um 90 prosentstig seinastu fimm valini.

Men hetta er ikki einasta góða vallutøka. Tí fyrradagin var fólkatingsval. Tá taldi vallutøkan 79,8 prosent, og er størsta síðani 2007, sigur Mariann Mikkjalsdóttir.  

 

Suðuroyatunnilin hálar atkvøður

Tvey val við metstórari vallutøku er ikki tilvildarligt, um tú spyrt Mariann Mikkjalsdóttir.  

Hon ivast ikki í, at tvørafólk vilja hava sína ávirkan á Suðuroyatunnilin og tí velja lokalt. 

Tað kann í øllum førum hugsast, soleiðis sum atkvøðurnar eru býttar, sigur hon. 

 

Velja lokal valevni

Við flest atkvøðum á Tvøroyri liggur Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, og næst eftir hann er Súsanna Bertholdsen, eisini úr Javnaðarflokkinum.

Bæði eru lokal tvørafólk, og tí heldur Mariann, at tvørafólk eru sannførd um, at hesi valevni vilja gera Suðuroyartunnilin til veruleika. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345