Morgunblaðið heldur fast um, at talan var um Hamas

Morgunblaðið heldur fast um, at talan var um Hamas
Hóast íslendska løgreglan hevur avsannað tíðindini, um at Hamas var uppi í einum álopi í bilkjallara í Reykjavík, heldur blaðið fast um sítt
Málið um álopið í hesum bilkjallaranum í Reykjavík verður framvegis kannað, men løgreglan vísir aftur, at Hamas var uppií.
Mynd: Morgunblaðið  
 
27.03.2026 - 08:38

Íslendska Morgunblaðið heldur fast um, at tað fekk upplýsingarnar um Hamas frá keldum í løgregluni.

Løgreglan hevur annars avsannað tíðindini.

Morgunblaðið skrivaði fyrr í vikuni, at illgruni var um, at millum teirra, sum eru tiknir fyri eitt grovt álop í einum bilkjallara í Reykjavík í síðstu viku, eru nakrir, sum hava samband við Hamas.

Tað hevði blaðið frá løgreglumonnum, sum vilja vera dulnevndir.

Tveir av teimum handtiknu eru í varðhaldi.

Ein íslendingur var álvarsliga skaddur í álopinum. Álopið verður kannað sum drápsroynd.

 

Á lista hjá Interpol

Keldurnar hjá blaðnum siga, at nakrir teirra eru á listanum hjá Interpol við monnum, sum eru undir illgruna fyri at vera yvirgangsmenn.

Eisini tað hevur løgreglan avsannað.

Men Morgunblaðið heldur fast um sítt. Tað sigur, at keldurnar eru álítandi løgreglufólk.

Keldurnar hjá blaðnum sluppu at síggja tíðindini, áðrenn tey vóru almannakunngjørd, og váttaðu, at tey vóru røtt.

Morgunblaðið skrivar eisini, at onnur løgreglufólk vendu sær til blaðið eftir avsannanina hjá løgregluni.

Tey undraðust á, at tíðindini vóru avsannað, tí tey høvdu fingið annað at vita í løgregluni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541